Í gjárkvøldið gjørdist greitt, at talið av koronasmittaðum í USA var komið uppum tað hjá Kina.
Tað vístu tølini hjá John Hopkins Universuty í USA. Hetta er fyrstu ferð, at Kina ikki er landið við flest smittutilburðum.
Seint í gjárkvøldið fór talið í USA uppum 84.000, og er nú beint undir 86.000 - harvið eru áleið 4.000 fleiri skrásettir tilburðir enn í Kina, har koronavirusið hevur sín uppruna. Talið av smittaðum í heimsins fólkaríkasta landið stendur so at siga í stað, og leygardagin fer Kina at steingja landamørkini fyri ferðandi við øðrum ríkisborgararætti.
Staturin New York er nógv harðast raktir. Áleið helmingurin av teimum skrásettu tilburðunum í USA eru har.
Donald Trump og Xi Jinping hava í morgun havt ein telefonfund um støðuna. Trump fekk ilt í kinverjar fyri kortum, tí hann skýrdi koronavirusið "hatta kinesiska virusið", men á Twitter fyrr í morgun var hann sera jaligur um samstarvið í støðuni og vísti viðring fyri Kina:
- Havi júst havt eina sera góða samtalu við Xi forseta í Kina. Vit tosaðu gjølla um koronavirusið, ið herjar í stórum pørtum av heiminum. Kina hevur verið ígjøgnum nógv, og hevur ment eina sera góða fatan av virusinum. Havi stóran virðing fyri Kina, og vit arbeiða tætt saman.
Tað gongur skjótt skeivan vegin viðvíkjandi smittutølunum í USA, og arbeiðsloysi er eisini vaksandi - 3,3 milliónir fólk meldaðu seg tøk á arbeiðsmarknaðinum í seinastu viku, og tað er hægsta talið nakrantíð. Tað jaliga er tó, at amerikonsku partabrøvini vaksa í virði.
Í gjár fóru tey aftur upp, og Dow Jones-indeksið, ið er tann besti mátistokkurin, vaks 6,4 procent í gjár, og er farið heili 21,3 prosent upp í virði í hesari vikuni.
Orsøkin er, at Senatið mikukvøldið samtykti hjálparpakkan fyri beint undir 14.000 milliardir krónur
Uttanlands
USA hevur nú yvirhálað Kina
USA er nú landið við flest koronasmittaðum, og arbeiðsloysi er av álvara vaksandi í stóra landinum fyri vestan - støðan á partabrævamarknaðurin batnar tó
Donald Trump hevur í morgun tosað við Xi Jinping, forseta í Kina, um støðuna. Amerikanski forsetin letur sera væl at samtaluni og samstarvinum við Kina í støðuni (Mynd: EPA)
2020-03-27 08:21
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald