Um minni enn eina viku skal senatið atkvøða um, hvørt Brett Kavanaugh skal gerast nýggjur hægstarættardómari. Í hesum sambandi eru nýggjar ákærur komnar undan kavi.
Lynne Brookes, ið las á Yale universitetinum saman við Kavanaugh, vil sambært Berlingske vera við, at tá Kavanaugh varð avhoyrdur í senatinum hósdagin, segði hann ósatt um hvørjar drekkivanar hann hevði sum ungur.
"Vit fylgdust við teimum somu fólkunum. Hann bleiv ótolandi, tá hann hevði drukkið," segði Brookes við ABC News aftaná hoyringina.
Tá Kavanaugh varð spurdur, um hann drakk, tá hann gekk í skúla, og um hvørjar drekkivanar hann hevur nú, greiddi Kavanaugh frá, at hann hevði drukkið øl onkuntíð, men ongantíð so nógv, at hann misti vitið.
"Mær dámar væl øl. Tað geri eg enn. Men eg drakk ikki so nógv, at eg fekk blackout," segði hann.
Sambært Lynne Brookes er hetta ikki rætt.
"Eg drakk ofta eina rúgvu saman við Brett Kavanaugh," sigur hon við ABC News.
Orsøkin til, at Kavanaugh var til hoyringar í senatinum var, at Christine Blasey Ford, ið nú er professari í sálarfrøði, hevur ákært Kavanaugh fyri at hava gjørt seg inn á hana í einari veitslu í 1982, tá hon var 15 ár og hann 17.
Sambært Christine Blasey Ford, var Kavanaugh ávirkaður av rúsdrekka, tá hann royndi at noyða henni til samlegu.
Kavanaugh, ið møguliga verður útnevndur til hægstarættardómara, noktar at hava gjørt seg inn á nakran.
Hetta er orsøkin til, at Lynne Brooks hevur valt at koma fram við sínari søgu. Hon er øgiliga vónbrotin av, at ein møguligar hægstarættardómari hevur givið skeiva lýsing av sær sjálvum.
Avgerandi atkvøðugreiðslan í senatinum er útsett til í næstu viku, tí at amerikanski forsetin Donald Trump hevur biðið FBI um at taka málið uppaftur.
Lynne Brookes leggur afturat, at hon ongantíð hevur sæð Kavanaugh víst nakran óhóskandi atburð móti kvinnum.
Les eisini: - Eg havi ongantíð gjørt meg inn á nakran
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald