USA fer at keypa eina hálva milliard skamtar av koppingarevninum hjá Pfizer/BioNTech til at lata londum við lág-og miðalinntøku. Tað váttar amerikanski forsetin, Joe Biden.
Koppingarevnið verður sent úr USA til móttakaralondini í august, og har eru ongar treytir.
Biden sigur, at tað er ein spurningur um at bjarga mannalív, og at USA hevur eina skyldu at bjóða eina hjálpandi hond til tey londini, sum hava tørv á tí.
– Okkara koppsetingarætlan í USA hevur bjargað túsundatals av mannalívum. Hon hevur loyvt milliónir av amerikanum at koma aftur til vanliga lívið, sigur hann sambært Ritzau.
Amerikanski forsetin leggur afturat, at tað ikki er nóg mikið bert at koppseta tey í USA, um ynskið er, at heimurin skal venda aftur til ein vanligan gerandisdag.
Joe Biden luttekur í hesum døgum á G7-toppfundi í Cornwall í Onglandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald