Uttanlands

USA: Koppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech nú góðkent til 12 ára gomul

Nú kunnu eisini børn millum 12 og 15 ár verða koppsett fyri koronu í USA – Enn er ikki avgjørt, um koppingarevnið eisini verður góðkent til hendan aldursbólkin í Evropa

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-05-12 08:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánadagin góðkendi amerikanska heilivágsstýrið (FDA) koppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech til børn niður í 12 ára aldur. Higartil hevur koppingarevnið annars bara verið brúkt til fólk, sum eru 16 ár og eldri.

At koppingarevnið nú er góðkent til børn millum 12 og 15 ár eisini verður roknað sum eitt týðandi stig á leiðini fyri at fáa næmingar aftur í skúla á tryggan hátt.

Koppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech er tað fyrsta, sum er vorðið góðkent til hendan aldursbólkin. Tað var í mars, at fyritøkurnar boðaðu frá, at koppingarevnið hevði víst seg at rigga væl í teimum royndunum, sum tær høvdu gjørt við børnum millum 12 og 15 ár.

2.260 sjálvboðin luttóku í royndunum. Av teimum, sum fingu koppingarevnið gjørdist eingin sjúkur við koronu, og tí verður koppingarevnið mett at geva 100 prosent verju millum ung.

Á okkara leiðum verður koppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech bert brúkt til fólk, ið eru 16 ár og eldri.

Evropeiski heilivágsstovnurin (EMA) er tó í ferð við at meta um, hvørt koppingarevnið eisini skal góðkennast til børn niður í 12 ár í Evropa, og eftir ætlan verður avgerð um hetta tikin í juni, men vónin er, at málið verður avgreitt longu síðst í hesum mánaðinum.

Sambært Ritzau eru Pfizer og BioNTech eisini í ferð við at kanna, hvussu koppinagrevnið riggar hjá børnum millum tvey og 11 ár. Meira kunning um hetta verður væntandi almannakunngjørd í september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder