Uttanlands

USA: Lægsta økingin síðan mars 2020

Talið á smittutilburðum, sum varð skrásett í USA sunnudagin var tað lægsta, sum landið hevur skrásett, síðan koronasmittan byrjaði at gera um seg

New York City (Savnsmynd)

New York City (Savnsmynd)

2021-06-08 17:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin vórðu 6.408 nýggir koronusmittutilburðir staðfestir í USA, og tað er lægsta økingin, síðan smittan byrjaði at gera um seg í mars í fjør.

USA er tað landið í heiminum, sum hevur skrásett bæði hægsta talið á smittutilburðum og andlátum. USA hevur skrásett 34,2 mió. tilburðir og 612.000 andlát.

Tá hugt verður at talinum per 100.000 íbúgvar eru tó onnur lond, sum eru harðari rakt enn USA. Í USA búgva 333 mió. fólk, og sostatt hevur USA skrásett 184 andlát per 100.000 íbúgvar. Í Eitt nú Peru, Ungarn og Kekkia er talið ávikavíst 586, 301 og 281, skrivar Ritzau.

Tað hevur eisini gingið væl at koppseta í USA, har ein stórur partur av vaksnu borgarunum eru koppsettir.

Hagtøl frá amerikanska Centers of Disease Control and Prevention (CDC) vísa, at uml. 63 prosent av vaksnu borgarunum eru koppsett fyri koronu í minsta lagi eina ferð. Sambært CDC verður mett, at uml. 40 prosent av samlaða fólkatalinum í USA eru liðugt koppsett.

Í USA verða trý ymisk koppingarevni brúkt. Tey eru frá avíkavíst Moderna, Pfizer/BioNTech og Johnson & Johnson. Síðstnevnda koppingarevni skal bert gevast eina ferð fyri at fáa fulla verju.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder