Uttanlands

USA: Lækni brúkti sítt egna sáð í staðin fyri tað hjá sáðgeva

Eini hjún í USA krevja 75.000 dollarar í endurgjald

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-12-29 18:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eini amerikonsk hjún ákæra ein lækna, sum nú er pensioneraður, fyri at hava brúkt sítt egna sáð ístaðin fyri sáðið hjá einum sáðgeva, tá hann framdi eina ísáing í 1970unum.

Tað skrivar DR.

Maðurin var steriliseraður, so fyri at fáa børn valdu hjúnini at nýta ísáing. Sáðgevan, sum tey høvdu valt líktist manninum av útsjónd, las til lækna og hevði fleiri eginleikar, sum teimum dámdu.

Men sæmbært hjúninum varð sáðið hjá sáðgevanum ongantíð brúkt. Tá læknin, John Coates,  framdi ísáingina, brúkti hann sítt egna sáð í staðin. Kvinnan, ið tá visti av ongum, átti 9 mánaðar seinni eina dóttir.

Tað var ikki fyrr enn í oktober í ár, tá dótturin, sum í dag er farin uppum tey 40, leitaði eftir upplýsingum um biologiska pápa sín, at familjan fann útav, hvat var hent.

Familjan krevur 75.000 dollarar í endurgjald (uml. 488.000 krónur).

John Coates sigur seg ikki vera pápi at dóttrini, og ynskir ikki at siga meira um málið.

Sambært sakføraranum hjá hjúninum, er ikki vist, um aðrar kvinnur eisini hava átt biologisku børnini hjá hesum læknanum uttan at vita av tí.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at eitt slíkt mál kemur fram. Fyrr í ár varð Donald Cline, ein annar pensioneraður lækni, dømdur eitt ára treytaða fongsulsrevsing fyri at hava framt ísáingar í 70unum og 80unum við egnum sáði í staðin fyri sáð hjá sáðgeva.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder