Kina er sinnað at minka um tollin á amerikanskum bilum, sum verða innfluttir til Kina. Tað upplýsir Donald Trump, forseti, á Twitter.
Leygardagin gjørdu Trump og forseti Kina, Xi Jinping, eina 90 daga avtalu um vápnahvíld í tollkrígnum landanna millum.
Tað hendi á einum fundi undir G20 toppfundinum í argentinska høvuðsstaðnum, Buenos Aires.
Vápnahvíldin ber í sær, at londini ikki fara at leggja meira toll á vørurnar, sum verða handlaðar millum londini. Hetta skal geva londunum tíð til at arbeiða fram til eina fasta avtalu.
Sambært Kina, er tollurin á bilum úr USA meira enn tvífalt so høgur, sum á bilum úr øðrum londum. Og væl hægri enn tey 27,5 prosentini, sum USA leggur í tolli á bilar úr USA.
Umheimurin hevur tikið væl móti boðunum. Á keypsskálunum í Asia hækkaði kursurin, og tað gjørdi oljuprísurin eisini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald