Uttanlands

USA: Senatið fer í jólafrí

Eingin loysn funnin fyri jól

Donald Trump (Mynd: EPA)

Donald Trump (Mynd: EPA)

2018-12-22 23:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Senatið í Washington er farið í jólafrí, men enn er eingin loysn funnin í málinum um múrin hjá Trump.

Leiðarin fyri republikanska meirilutan í senatinum, Mitch McConnel, sigur, sambært DR, at Senatið kemur saman aftur hósdagin.

Sambært amerikanska varaforsetan, Mike Pence, eru samráðingar um eina loysn enn í gongd.

Orsøkin til stríðið er, at amerikanski forsetin, Donald Trump, heldur fast við, at pengar skulu setast av á komandi fíggjarlóg til ein múr millum USA og Meksiko.

Trump krevur 5 milliardir dollarar til at byggja múrin, men semja hevur ikki verið í Umboðsmannatinginum og Senatinum.

Leygardagin hevði forsetin boðið umboðum fyri Kongressina at samráðast um málið, og Trump skrivaði á Twitter í morgun, at hetta kundi taka sína tíð.

Leiðarin fyri demokratiska minnilutan í senatinum, Chuck Schumer, sigur, at tað er Trump sjálvur, sum hevur skyldina av, at sjórnin ikki er arbeiðsfør.

"Trump forseti, um tú vilt hava stjórnina at arbeiða aftur, nýtist tær bara at sleppa múrinum", sigur Schumer sambært AFP.

Les eisini: USA: Tað almenna letur aftur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder