Stórur partur av almenna geiranum í USA letur aftur.
Orsøkin er, at kongressin er ósamd um fíggjarlógina fyri 2019. Tað er serliga eitt mál, sum semja ikki fæst um; múrurin, sum Trump ætlar at byggja á markinum millum USA og Meksiko.
Demokratar nokta at seta 5,7 mia. dollarar (uml. 37,3 mia. krónur) av til at byggja múrin.
Les eisini: Savna inn til múr gjøgnum crowdfunding
Avleiðingin av hesari ósemjuni er, at stórur partur av almenna geiranum letur aftur, og sostatt eru uml. 800.000 alment sett fólk send til hús uttan løn.
Anders Agner Pedersen, serfrøðingur, sigur við DR, at hetta er seinasti møguleikin hjá Trump at fáa fígging til múrin, áðrenn demokratarnir traðka til eftir ársskiftið.
Eydnast tað ikki Trump at fáa fígging til múrin hesu ferð, verður múrurin ikki bygdur í hesum valskeiðnum, og hetta kunnu mótstøðufólk hansara brúka ímóti honum, tá forsetaval verður aftur í 2020.
Fyri vikum síðani segði Trump á tíðindafundi, at hann var til reiðar at taka ábyrgd fyri eina møguliga afturlating av tí almenna, og at tað gjarna mátti vara leingi.
Hetta er triðju ferð í ár, at hetta hendir.
"Nú er upp til demokratarnir at avgera, um vit skulu hava eina afturlating. Tað vóni eg ikki, men vit eru klár til tað," segði Trump í gjárkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald