Uttanlands

USA tekur allar herdeildirnar úr Sýria

Forsetin hevur lýst sigur í Sýria

2018-12-20 10:36 Author image
Ari av Rana
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur nú avgjørt at taka allar herdeildir úr Sýria.

- Vit vunnu. Vit hava væl og virðiliga vunnið á teimum. Vit hava tikið landið aftur. Okkara dreingir, okkara ungu kvinnur, okkara menn – tey koma øll heimaftur og tey koma heimaftur nú, sigur Donald Trump í sjónbandi á Twitter.

Avgerðin um taka herdeildirnar úr Sýria var tikin týsdagin.

Avgerðin kann tó fáa álvarsamar avleiðingar fyri teimum kurdum, sum stuðlaðu amerikanarum, tí at mett verður, at fleiri túsund IS-stríðsmenn enn eru í Sýria, skrivar TV2.

Trump hevur fyrr umhugsað at taka herdeildirnar úr Sýria, men bæði ráðgevarar og altjóða sameind hava fleiri ferðir ávara móti hesum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder