Í gjár ávaraði amerikanska veðurtænastan National Weather Service um óvanliga nógvan hita í landspartinum Pacific Northwest, sum umfatar útnýrðingspartin av USA og útsynningspartin av Kanada.
Serliga fer tað at raka amerikansku statirnar Oregon og Washington umframt British Columbia í Kanada.
Eitt nú í býnum Seattle í Washington fer hitin mánadagin upp á 41,6 stig, sum verður eitt nýtt met fyri býin. Í Seattle búgva 725.000 fólk.
Seinastu tíðina eru nógv hitamet sett í USA, og í Pacific Northwest væntast fleiri nýggj met at verða sett, skrivar Ritzau.
Í Multnomah County í Oregon væntast hetta at ávirka almennu samferðsluna og streymveitingina, men trýst kann eisini koma á heilsuverkið orsakað av hitabylgjuni, og verður ávarað um, at hitin kann verða lívshættisligur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald