Klokkan fýra í morgun fekk løgreglan fráboðan um, at ein bilur var farin út av vegnum millum Bø og Gásadal við fýra monnum í.
Boð máttu sendast eftir sløkkiliðnum í Sørvági fyri at klippa bilin, so onkur av monnunum kundi fáast út. Tíbetur var einans talan um smásnuddir, men løgreglan fekk beinanvegin illgruna um, at rúsdrekka helst var blandað uppí.
Við nærri kanning vísti tað seg, at ein annar bilur eisini var koyrdur út av vegnum. Hetta hendi í Gásadali, nærhendis Múlafoss.
Teir fýra menninir í bilinum eru allir útlendingar, sum arbeiða í Føroyum. Teir vórðu allir fluttir á Landssjúkrahúsið til kanningar og fyri at taka blóðroynd fyri at staðfesta um rúsdrekka var í blóðinum.
Enn hevur løgreglan ikki avhoyrt menningar, men arbeitt verður við tí ástøðnum, at talan helst er um tveir mans, sum hava verið biltúr í Gásadali, og eru koyrdir útav, sum síðan hava sent boð eftir arbeiðsfeløgum um at koma eftir sær, og at seinni bilurin so eisini koyrdi útav á veg úr Gásadali.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald