Innanlands

Uttanríkis- og vinnumálaráðið letur 600.000 krónur til neyðhjálpararbeiði í Indonesia

Reyði Krossur í Indonesia fær 600.000 til hjálpararbeiði í øki, sum er rakt av flóðaldu

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-12-28 18:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Beint fyri jólum, hin 22. desembur, rakti ein flóðalda Sunda Strait í Indonesia. Orsøkin til flóðalduna var gosfjallið Krakatoa, ið er farið at goysa. Krakatoa elvdi til skriðulop, sum síðani setti gongd í flóðalduna. Krakatoa goysir framvegis, og í komandi tíðina verður tí øktur møguleiki fyri fleiri flóðaldum og oyðileggingum.

Bert fáar tímar eftir hendingina, var Reyði Krossur í Indonesia í gongd við at veita neyðhjálp á øllum raktum økjum, samstundis sum at Reyði Krossur fór í gongd við at skipa fyri kanningararbeiði, ið hevur til endamáls at meta um bráðfeingis tørvin á neyðhjálp.

Flóðaldan var umfatandi, og yvir 400 fólk hava latið lív. Nýggjastu tølini hjá Reyða Krossi vísa, at 1.459 fólk eru komin til skaða, 5669 eru flutt til tryggari øki, 681 hús, 69 hotellir, 420 bátar og nógv akfør eru oyðiløgd. Enn verður heildarstøðan viðgjørd av serfrøðingum hjá Reyða Krossi, og sambært landsstjórnini fer talið av deyðum og særdum við tíðini ivaleyst at økjast.

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið hevur í samstarvi við Reyða Kross Føroya latið kr. 600.000 til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi í Indonesia. Verandi tilbúgvingarætlan á staðnum hevur til endamáls at røkka út til 7.000 fólk (umleið 1,400 húski) á ein skjótan og munagóðan hátt. Reyði Krossur hjálpir í løtuni soleiðis:

  • 22 eindir við sjúkrabilum og manning hjálpa við heilsu- og tilvísingartænastum.
  • Tænastudeildir meta um tørvin á neyðhjálp.
  • 14 lastbilar koyra út við vatni.
  • Útveiting av teppum, vatni, familju- og reinførisútgerð.
  • Neyðhjálpargrunnar eru stovnaðir fyri at stuðla harðast raktu økjunum.
  • Veitir eina eind av ortopediskum serlæknum.
  • Veitir fimm eindir av flytførum heilsustovum.
  • Veitir tvær tyrlur til leiting og bjargingarvirksemi.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder