Innanlands

Mæla føroyingum frá at fara til Danmarkar - danir víðka tilmæli um ferðing

- Ert tú komin úr Danmark 12. mars ella seinni, mæla heilsumyndugleikarnir til, at tú fert í sóttarhald í 14 dagar, stendur á mmr.fo.

Danska uttanríkismálaráðið hevur seinnapartin frárátt øllum uttanlanda ferðum yvirhøvur - til øll lond. Ynski er tó um, at fáa allar borgarar heim

Danska uttanríkismálaráðið hevur seinnapartin frárátt øllum uttanlanda ferðum yvirhøvur - til øll lond. Ynski er tó um, at fáa allar borgarar heim

2020-03-13 15:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani tíðindafundin í Tinganesi í gjáramorgunin, tá løgmaður og heilsumyndugleikarnir komu við nýggjastu tilmælunum um Coronavirus, hevur nógv kjak verið um ferðing umvegis flogvøllin í Vágunum skal verða steðgað - serliga til Danmarkar.

Les eisini:  
Eiga Føroyar at steðga allari flúgving
Spyr.fo: Fólkið vil støðga flogferðsluni
Undirskriftinnsavnan til áheitan um ferðafólkaforðboð
Bygdaleiðir koyrir ikki til flogvøllin
Auto steðgar eisini við flogvallarkoyring
Áleið 100 fólk í Klaksvi í sóttarhaldi

Jeppe Kofoed og Jenis av Rana - uttanríksráðharrarnir (Mynd: Sverri Egholm)

Tað verður mett, at áleið 100.000 danskarar eru uttanlanda í ymsum ørindum í løtuni. 

Í Degi og viku í gjár lýsti Bárður á Steig Nielsen Danmark sum eitt reytt øki. Síðani er tó einki ítøkiligt hent viðvíkjandi flogferðsluni. Sum skilst eru Fíggjarmálaráðið og Atlantic Airways enn á fundi um støðuna - onki er frætt viðvíkjandi tí enn.

Les eisini: Atlantic avlýsir til París

Trygd hevur seinnapartin givið sínum viðskiftafólki boð um, at tey helst ikki skulu fara til Danmarkar. Soleiðis skrivar felagið: 

FERÐING TIL DANMARKAR FRÁMÆLD

Nú Danmark er lýst sum reytt øki av føroysku myndugleikunum, verður staðiliga mælt frá at ferðast til Danmarkar.

Hevur tú eina ferð fyri framman, sum verður avlýst orsakað av farsóttini, mæla vit tær í fyrsta umfari til at seta teg í samband við ferðaskrivstovuna ella flogfelagið, har ferðin er keypt, fyri at umbóka ella fáa ferðina endurgoldna. Vit veita endurgjald fyri tær útreiðslurnar, sum ikki verða endurgoldnar av ferðaskrivstovum, flogfeløgum ella øðrum. Tað kann t.d. vera útreiðslur til gistingarhús, leigubil og flogferð. Allar útreiðslur skula vera skjalprógvaðar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder