Uttanlands

Væntar russiskt álop í næstum

Innan fyri tvey samdøgur fer Russland at gera innrás í Ukreina, væntar Boris Johnson

Boris Johnson (Savnsmynd: EPA)

Boris Johnson (Savnsmynd: EPA)

2022-02-14 17:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, óttast fyri einum russiskum alopi á Ukreina longu innan fyri komandi 48 tímarnar.

- Alt bendir á, at tey hava okkurt í kvittanum, og tað kann henda innan fyri komandi 48 tímarnar, segði hann við Sky News fyrr í dag.

Bretski forsætisráðharrin segði samstundis, at eitt álop vil vera eitt “vanlukkuligt mistak, ein vanlukka fyri Russland”.

- Vit standa á tromini, men tað er framvegis tíð til, at Putin kann bakka eitt fet, sigur Boris Johnson.

Amerikanskar fregnarkeldur hava sagt, at fleiri fráboðanir benda á, at eitt álop kann koma longu mikudagin.

Fyrr í dag segði bretski ráðharrin fyri herin, James Heappey, við BBC, at Evropa nú er tættari einum kríggi, enn tað hevur verið í 70 ár.

Samstundis sum Bretland ávarar, halda diplomatisku royndirnar at sleppa undan vápnaðum stríði í Ukreina fram.

Týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz, hevur havt fund við ukreinska forsetan, Volodymyr Zelenskij, fyri at tosa um russisku hóttanina.

Zelensky hevur eisini havt vitjan av Boris Johnson og franska forsetanum, Emmanuel Macron.

Men vitjanin hjá Scholz verður stutt, tí longu í morgin skal hann hitta russiska forsetan, Vladimir Putin í Moskva, skrivar tv2.dk.

Undan ferðini segði Scholz, at hann metir støðuna við markið millum Russland og Ukreina at vera ein álvarslig hóttan móti friðinum í Evropa.

- Tað er av týdningi at siga greitt frá, at um Ukreina verður álopið, so fær hetta álvarsligar fylgjur, sum vit hava fyrireikað gjølla og skjótt kunnu seta í verk saman við okkara sameindu í Evropa og Nato, sigur Olaf Scholz. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder