Innanlands

Vága kommuna: Potað verður í Sørvági hesa vikuna

Hetta er seinasta vikan, at potað verður á kommunalu potingarstøðini í Vágum, og tað sum eftir er av tíðini, verður potað á skúlanum í Sørvági

Potarar hjá kommununum í Vágum (Mynd: Vága kommuna)

Potarar hjá kommununum í Vágum (Mynd: Vága kommuna)

2022-01-31 09:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin varð kommunala potingarstøðin hjá kommununum í Vágum flutt til skúlan í Sørvági vegna veður, og nú komið er inn í seinastu vikuna er avgjørt, at potingarstøðin verður har, tað sum eftir er av tíðini.

Tað skrivar Vága kommuna á heimasíðuna.

Potað verður mánakvøldið og mikukvøldið frá klokkan 18 til 20, og leygardagin frá klokkan 12 til 14.

– Parkering er við skúlan og niðri við Sørvágs kirkju. Gingið verður inn gjøgnum høvuðsdyrnar og út aftur í hinum endanum á skúlanum, út í garðin. Neyðugt er at minnast til at hava masku og at halda frástøðu. Um onkur er, sum ikki kann ganga og má sita í bili, so koma starvsfólk út til bilin at pota.

Leygardagin 5. februar er seinasti dagur, at potað verður á lokalu potingarstøðini í Vágum.

Les eisini: Kommunurnar í Vágum gevast at pota næsta leygardag


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder