Á býráðsfundi í gjárkvøldið samtykti Vágs býráð at borgararnir í kommununi nú skulu skilja lívrunnið tilfar frá vanliga húsarhaldsruskinum.
Seinastu árini hevur Vágs kommuna arbeitt við miðvíst við orku-, umhvørvis- og renovatiónsspurningum í kommununi. Og nú verða týðandi stig tikin á renovatiónsøkinum, har húsarhald í Vágs kommunu fara undir at skilja lívrunnið tilfar frá vanliga húsarhaldsruskinum.
Á býráðsfundinum í gjárkvøldið varð løgd fram frágreiðing um “Nýskipan og nýhugsan av renovatiónsøkinum – Vágs kommuna á grønari leið”.
- Í grannalondum okkara hevur tað verið púra vanligt í nógv ár, at húsarhald skilja rusk heima við hús, og sjálvandi eiga vit eisini at fara undir hetta í Føroyum, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.
- Vit hava fyrireikað ætlanina í 2-3 ár og á býráðsfundinum mánakvøldið varð býráðið kunnað um hvussu nýggja ætlanin verður skipað og sett í verk – og í mars fara fyrstu húsarhaldini at skilja lívrunna tilfarið frá vanliga húsarhaldsruskinum, sigur Dennis Holm.
- Vit hava sett okkum framsøkin mál, tí málið er, at nøgdin av ruski, sum verður flutt til brennistøðina hjá IRF á Hagaleitið at brenna, verður minkað við 20-25 prosentum fram til 2022.
Borgarstjórin greiðir frá, at almennur borgarafundur verður í seinnu hálvu av februar, har ætlanin verður løgd fram og verða húsarhald í Vágs kommunu tá eisini boðin at verða partur av skipanin. Fyrstu mánaðirnar kemur skipanin at fevna um í minsta lagi 30 húsarhald.
Í mars fara tey fyrstu húsarhaldini at skilja lívrunnið tilfar frá vanliga ruskinum. Lívrunnað tilfarið verður savnað saman í kommunalari kompostskipan, har tað verður gjørt til kompost. Komandi 12-18 mánaðirnar verður skipanin víðkað til at fevna um øll húsarhald í kommununi.
- Vit gleða okkum at fara ígongd við hesa, ætlan og tað er eisini spennandi sum kommuna at ganga undan á renovatiónsøkinum, men lítið er at ivast í, at um nøkur ár verður tað púra vanligt at húsarhald í Føroyum skilja rusk heima við hús, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.
Sí frágreiðingina: Nýskipan og nýhugsan av renovasjónsøkinum – Vágs kommuna á grønari leið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald