Gjáramorgunin vóru fólk frá Tórshavnar Sløkkiliði í Havn í Vágsbotni, har olju aftur nú er runnin á sjógv.
Olja í Vágsbotni er ein afturvendandi trupulleiki, og ofta er torført at finna fram til upprunan til oljudálkingina.
Oljan rennur í jøvnum streymi út á sjógv, og at fólkið frá sløkkiliðinum løgdu eina girðing út, sum skuldi steðga oljuni.
Hans David Hansen, átaksleiðari hjá Tórshavnar Sløkkiliði, segði við Dag og Viku, at olja er í kloakkini niðan gjøgnum Bøgøtu, men at tey ikki høvdu staðfest hvar í kloakkini oljan kom.
Meðan Sløkkiliðið komandi dagarnar ger sínar kanningar, verður eisini heitt á fólk um at kanna sjálvi, um oljudálkingin hevur uppruna hjá teimum.
Hans David Hansen sigur, at ofta er talan um at hol er komin á ein tanga, men at tað eisini ofta er hol á returleidningin til oljutangan, tvs. tá fólk hava tveir leidningar frá oljutanganum til oljufýringina.
Mett verður, at upprunin til oljudálkingina nokk er onkustaðni uppi við Bøgøtu, sum jú er ein gamal býlingur, sum ofta hevur við sær gamlar tangar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald