Uttanlands

Vaksandi flóttafólkastreymur til Kanariaoyggjar

17 vórðu í gjár funnin deyð á einum báti úr Afrika

Flóttarnir eru afrikanar úr londum sunnan fyri Sahara (Mynd: EPA)

Flóttarnir eru afrikanar úr londum sunnan fyri Sahara (Mynd: EPA)

2021-04-27 07:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Talið av bátum við flóttafólkum, sum royna at koma úr Vesturafrika til Kanariaoyggjar er vaksið munandi seinastu tíðina.

17 flóttar vórðu í gjár funnir deyðir á einum báti, sum rak út fyri sponsku oynna El Hierro í kanariska oyggjahavinum.

Tað upplýsir bjargingartænastan á stanum á Twitter.

Ein sponsk hernaðartyrla bjargaði trimum fólkum av bátinum – tveimum monnum og eini kvinnu – og flutti tey á sjúkrahús á Tenerife. Støðan hjá øðrum manninum verður søgd at vera álvarslig, skrivar AFP.

Tað var spanska loftverjan, sum fann bátin umleið 500 kilometrar í ein landsynning úr El Hierro mánamorgunin. Eitt herskip varð beinanvegin sent móti staðnum, upplýsir bjargingartænastan.

Fólkini umborð vóru øll afrikanarar frá londum sunnan fyri Sahara. Óvist er hvaðani báturin annars kom.

Fyrr í apríl vórðu fýra fólk funnin deyð á einum báti sunnan fyri El Hierro. 23 fólk tilsamans vóru á tí bátinum.

Styrsti teinur til Kanariaoyggjar frá afrikansku strondini við Marokko er umleið 100 kilometrar. Leiðin er tó vandamikil orsaka av hørðum streymi. Bátarnir, ið verða brúktir, eru eisini ofta í ringum standi og ovfyltir.

Mongdin av fólkum, sum royna at koma sleppa til Evropa umvegis Kanariaoyggjar, er vaksin, eftir at strangari eftirlit komu á markinum við suðurstrond Evropa.

Umleið 3.400 fólk komu til Kanariaoyggjar millum 1. januar og 31. mars í ár. Tað er tvífalt so nógv sum sama tíðarskeið í fjør.

Í fjør doyðu 1.851 fólk á ferðini sambært felagsskapinum Caminado Fronteras, sum heldur eyga við flóttafólkastreyminum.

Stovnarin av felagsskapinum, Helena Maleno, skrivar á Twitter, at minst 283 fólk hvurvu í farna mánaði í royndini at koma til Kanariaoyggjar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder