Parlamentsval er í Bangladesj, og tað hevur ikki gingið friðarligt fyri seg.
12 hava latið lív, og fleiri fráboðanir hava eisini verið um valsvik.
Tey uml. 40.000 valstøðini lótu aftur klokkan 16 lokala tíð (klokkan 10 føroyska tíð), og endaliga valúrslitið kemur væntandi í morgin.
Men longu nú eru fleiri ákærd fyri valsvik, skrivar DR.
Ákærurnar verða nú kannaðar nærri.
Tíðindastovan AP hevur fingið fleiri enn 50 fráboðanir frá fólki úr øllum Bangladesj. Tey, ið stuðla andstøðuni siga m.a. at tey hava verið tvungin til at atkvøða, meðan fólk úr stjórnarflokkinum hava hildið eyga við teimum.
10 fólk vórðu dripin áðrenn valið, og í dag eru 12 onnur fólk eisini dripin.
3 vórðu skotin av løgregluni, 8 onnur lótu lív í einum samanstoyti millum forsprákarar úr stjórnarflokkinum, Awami Liga og andstøðuflokkinum Nationalistaflokkur Bangladesj.
Eisini hevur eitt fólk hjá løgregluni latið lív í einum samanstoyti við forsprákarum úr andstøðuni.
Ein valumtókt sjónvarpsrás, Jamuna TV, varð eisini sløkt í dag. Jamuna TV er ein privat rás, sum er kend fyri at vera politiskt óheft.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald