Uttanlands

Val í Brasil í dag

Í dag er annað umfar av forsetavalinum, har fólkið skal avgera, um tey ynskja Lula ella Bolsonaro sum forseta komandi fýra árini.

Stuðulsfólk hjá Bolsonaro savnaðust í Rio de Janeiro í gjárkvøldið (Mynd: Douglas Shineidr/AFP/Ritzau Scanpix)

Stuðulsfólk hjá Bolsonaro savnaðust í Rio de Janeiro í gjárkvøldið (Mynd: Douglas Shineidr/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-25 10:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag er aftur val í Brasil, har fólkið skal velja ímillum sitandi forsetan, 80 ára gamla Luiz Inacio Lula da Silva og 45 ára gamla senatorin, Flávio Bolsonaro, sum er sonur fyrrverandi forsetan, Jair Bolsonaro.

4. oktober var fyrsta umfar av forsetavalinum, har einki valevni megnaði at fáa yvir 50 prosent av atkvøðunum, og tí verður skipað fyri enn einum valumfari í dag.

Lula hevur seinastu árini avmarkað oyðing av Amasonas-regnskógini og sett fleiri tiltøk í verk, sum skulu hjálpa teimum, sum eru ringast fyri. Hann ynskir at halda fram at víðka almenna geiran, meðan Bolsonaro ynskir at minka hann og leggur dent á avbjóðingarnar við kriminaliteti í landinum.

Á seinasta valumfarinum fingu Lula og Bolsonaro ávikavist 45,2 og 47 prosent av atkvøðunum.

Sambært fleiri veljarakanningum stendur nærum á jøvnum millum valevnini, skrivar Ritzau.

Ein veljarakanning, sum varð gjørd av CNNT/MDA vísir sambært Reuters, at Bolsonaro fær 46,3 prosent av atkvøðunum, meðan Lula fær 45 prosent.

2032 fólk luttóku í kanningini, sum varð gjørd millum 21. og 23. oktober.

Ein kanning í síðstu viku gav tó Lula 46,8 prosent av atkvøðunum og Bolsonaro 45,9 prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder