"Fótbóltsskúlin við Stórá" varð hildin 12.-15. august, og í ár luttóku 160 børn. Talan var tí um størsta fótbóltsskúla higartil, sum TB hevur skipað fyri.
Hvørt ár roynir felagið at fáa onkran spennandi útlendskan venjara at skipa fyri, og í ár komu tveir danir frá Joga Bonito Academy sum høvuðsvenjarar. Joga Bonito merkir “tað vakra spælið” á portugisiskum, og av tí sama var tað serliga teknikkur, fintur og driblingar, ið teir høvdu fokus á.
Ahmad El-Ali frá Joga Bonito Academy
Venjarar frá FSF vóru eisini á fótbóltsskúlanum við Stórá í ár. Pætur Clementsen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, og Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari hjá monnum, vóru á skúlanum mána- og týsdagin, og høvdu teir nakrar sera spennandi venjingar saman við børnunum.
Pætur Clementsen frá FSF
20 lokalir venjarir vóru eisini við til fótbóltsskúlan, og sum nakað nýtt, var fótbóltsskúlin longdur við ein degi, og eyka fjórði dagurin varð brúktur til kappingar og dystir burturav.
Skipað varð eisini fyri tiltøkum fyri børnini uttanfyri sjálvan fótbóltsskúlan. Týskvøldið varð skipað fyri barnadiskoteki, har kendi tónleikarin Pól Arni Holm var DJ. Eisini vóru ymisk spøl, og skipað varð eisini fyri einari fótbóltskviss. Uttanfyri varð ein ‘mega borðfótbóltsvøllur' gjørdur, umframt at børnini spældu á FIFA-vøllinum.
Í ár var eisini møguligt hjá luttakarum norðanfjørðs at gista í Trongisvágs skúla. Hetta sást eisini aftur í luttakaratalinum. Gott og væl 40 børn aðrastaðni frá luttóku á fótbóltsskúlanum í ár.
Fótbóltsskúlin endaði tórsdagin í skúlagarðinum í Trongisvágs skúla, har luttakararnir fingu handað luttøkuprógv, heiðurstekin og ein fótbólt. Og sjálvandi var kaffi, køkur og annað gott at fáa hjá luttakarunum og øllum teimum mongu, ið vóru komin til handanina.
At skipa fyri einum slíkum fótbóltsskúla krevur nógv, og vilja okur takka øllum teimum, sum hava givið eina hond – bæði á og uttanfyri vøllin. Uttan hesa hjálp og vælvild frá øllum bar ikki til at skipa fyri einum slíkum fótbóltsskúla.
Hetta sjálvbodna arbeiðið má á ongan hátt undirmetast, og er tað sjálvur grundarsteinurin fyri eitt felag sum TB.
Eisini vilja okur takka Tvøroyrar Kommunu og høvuðsstuðlunum hjá fótbóltsskúlanum í ár, BankNordik, MTV Byggivirkið og Varðanum Pelagic.
Okur gleða okum longu at síggja øll aftur á fótbóltsskúlanum 2019!
Ungdómsdeildin í TB
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald