Í hesum døgum leggja flokkarnar sínar valskráir frá, og tað tykist at vera so at siga endaliga greitt, hvørji valevni eru á hvørjum lista.
Heilsu- og Innlengismálaráðið boðar frá, at valevnalistar til løgtingsvalið 31. august 2019 skulu vera forkvinnuni í løgtingsvalnevndini í hendi í seinasta lagi leygardagin 17. august 2019 kl. 18.00, og valevnalistin skal vera latin inn av einum umboði fyri flokkin ella stillara.
Gjøllari reglur um valevnalistar eru ásettar í §§ 17-18 í løgtingsvallógini (løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Løgtingið).
Í løgtingsvallógini er m.a. ásett:
- at ein valevnalisti ikki má hava fleiri enn 43 valevni.
- at valevnini skulu vera lýst við navni, p-tali, starvi og bústaði.
- at nøvnini á valevnunum verða sett í bókstavarøð.
- at valevnalistin skal vera undirskrivaður av valevnunum, góðkendur av einum flokki, sum hevur rætt til at luttaka í valinum ella undirskrivaður av í minsta lagi 400 og í mesta lagi 450 veljarum sum stillarum.
- at hjálagdur skal vera serligur listi yvir stillarar, har teir eru skilliga lýstir við navni, føðingardegi, bústaði, dagfesting og undirskrift. Hetta er bert galdandi fyri uttanflokkalista.
- at ongin má stilla upp á meira enn einum valevnalista.
- at ongin kann vera stillari fyri meira enn ein valevnalista.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald