Fríggjakvøldið tann 23. august kl. 20 verða politisku flokkarnir, valevnir og onnur áhugaði, bjóða til valtiltak um sálarheilsuøkið í Føroyum.
Tiltakið verður í Smæruna, J. H. Schrøtersgøta 7 í Tórshavn.
Fakligt upplegg verður við Tóru Petersen, sálarfrøðing og granskara, sum fer at hugleiða um sálarheilsuøkið, sálarsjúkur og støðuna í Føroyum í dag og í framtíðina.
Pallborðsfundur verður við umboðum hjá teimum politisku flokkunum, um hvussu politiska skipanin ynskir vil menna og útbyggja psykiatri, fyribyrgjandi tilboð og tryggja útgreining og viðgerð. Liljan Weihe verður orðstýrari.
Í samband við valið hevur Sinnisbati orðað eina valskrá við ynskjum til hvussu korini á sálarheilsuøkinum kunnu betrast og tilboð mennast.
Tað ber til at lesa valskránna hjá Sinnisbata á heimasíðina www.sinnisbati.fo.
- Sinnisbati
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald