2018-08-09 07:54
The Academy of Motion Picture Arts and Sciences, sum tilnevnir hvørjir filmar eru skikkaðir til at fáa Oscar-virðislønir, hevur nú kunngjørt, at hann hevur valt at gera eina nýggja kategori - nevniliga "achievement in popular film".
Tað boðaði The Academy frá mikudagin.
Change is coming to the #Oscars. Here's what you need to know:
— The Academy (@TheAcademy) August 8, 2018
- A new category is being designed around achievement in popular film.
- We've set an earlier airdate for 2020: mark your calendars for February 9.
- We're planning a more globally accessible, three-hour telecast. pic.twitter.com/oKTwjV1Qv9
Smálutirnir viðvíkjandi nýggju kategoriini eru ikki almannakunngjørdir enn, og eiheldur er upplýst, nær broytingar verða settar í verk.
Tað er tó greitt, at hetta er ein roynd at geva teimum mest vælumtóktu filmunum gjøgnum árið møguleika til eisini at fáa eina Oscar-virðisløn.
Filmar sum "Titanic", "The Lord of the Rings: The Return of the King," og "Forrest Gump" forvunnu mest, tey árini, teir vórðu frammi, og vunnu eisini Oscar-virðislønina fyri "Best Picture". Men seinnu árini hevur tað víst seg at verið meiri trupult hjá vælumtóktu filmunum at vinna frama hjá The Academy.
Orsøkin til broytingarnar er allarhelst, at færri og færri fólk hyggja at Oscar-virðislønunum sambært CNN. Í fjør hugdu bert 26,5 mió fólk, og tað er 20% minni enn árið fyri.
Aðrar broytingar verða m.a., at sendingin einans skal vara í tríggjar tímar og verður send fyrr á árinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald