Í summar var enn eitt ferðslutrygdarátak framt í Vágs kommunu, tá vegurin inni í Líðini varð broyttur til ein sokallaðan tvey minus eitt veg, samstundis sum at parkeringsbásar vórðu gjørdir framvið vegnum.
Høvuðsendamálið við hesum ferðslutrygdarátakinum - eins og undanfarnu átøkum - er at bøta um ferðslutrygdina í økinum, soleiðis at bilferðsla og fólk á súklu og til gongu so trygt sum gjørligt kunnu ferðast á somu leið.
Tað eru nú umleið 1½ mánaði síðani at broytingin varð framd og kann staðfestast, at talan er um eitt vælvirkandi ferðslutrygdarátak. Bilførarar hava tikið til sín broytingina og fólk til gongu og á súklu hava nú eitt frámerkt økið, sum tey kunnu ferðast í - og bilførarar skulu taka hædd fyri teimum.
Liður í Ferðslutrygdarætlanini
Ferðslutrygdarátakið í Líðini er liður í Ferðslutrygdarætlanin hjá Vágs kommunu, sum verður framd í samstarvi við Landsverk og løgregluna, sum seinastu árini hava arbeitt við at bøta um ferðslutrygdina í Vágs kommunu, bæði á kommunalum vegastrekkjum og á landsvegi.
Næsta átak verður at tryggja farleiðina hjá skúlabørnum til og frá Vágs Skúla, har broytingar í næstum verða gjørdar á Toftavegi. Meiri verður at frætta um hetta seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald