2018-09-25 11:42
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
"Landsverk boðar frá, at olja er á vegnum í Gøtudali við Magn støðina. Tað er vandamikið at koyra á staðnum, og landsverk heitir á bilførarar um at verða ansnir. Landsverk er við at rudda vegin".
Soleiðis skrivar løgreglan á Facebook.
Vakthavandi á politistøðini veit ikki hvussu langt strekki talan er um, men bilførarar mugu ansa sær, tá teir koyra í Gøtudali, sigur hann.
Landsverk er í ferð við at rudda vegin, og boðar væntandi frá so skjótt sum vegurin er ruddaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald