2018-09-09 22:28
Vandi er fyri, at svenski veljarin noyðist at vera tolin. Sambært fyribils valúrslitinum er valið øgiliga tætt. So tætt, at vandi er fyri, at ein forsætisráðharri í fyrsta lagi verður funnin mikudagin eftir fínteljingina av atkvøðunum.
Tað metir Hans Mouritzen, granskari við Dansk Institut for Internationale studier, sambært Ritzau.
"Munurin millum blokkarnar er bert nakrir desimalir. Verður reyði blokkur størst, kann Stefan Löfven verða sitandi," sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald