2018-07-13 11:56
Íbúgvarnir í Innaarsuit í Grønlandi hava fingið boð frá løgregluni um at teir skulu leita sær til hægri lendi, nú eitt stórt ísfjall er komi nær at bygdini. Vandi er fyri at ísfjallið hvølvist, og at hetta fer at skapa eina stóra flóðaldu.
Løgreglan hevur evakuerað tey, sum búgva tættast við vatnið, sigur løgreglan fyri Sermitsiaq.
- Tilbúgvingin fylgir støðuni, og vit hava boða teimum, sum búgva tættast við vatnið um at finna sær innivist hjá borgarum, sum búgva longur uppi í bygdini, skrivar Avannaata kommuna í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald