2018-09-07 07:46
Strandfaraskip Landsins boðar frá, at seinkingar kunnu væntast á ferðaleiðini Tvøroyri-Tórshavn. Orsøkin er at Smyril einans siglir við trimum motorum.
Smyril siglir vanliga við fýra motorum, men vegna tekniskum breki verður bert siglt við trimum í løtuni.
Hvussu leingi seinkingar kunnu væntast á leiðini er ikki greitt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald