2021-05-20 21:48
Ísraelska stjórnin hevur góðtikið vápnahvíld í Gaza.
Tað upplýsa bæði Ísrael og Hamas, skriva Reuters og AP tíðindastovurnar.
Hamas váttar, at talan er um eina felags vápnahvíld við Ísrael. Sambært Hamas byrjar vápnahvíldin í nátt klokkan tvey, men ísraelar hava ikki fráboðað nakað tíðspunkt ella hvussu leingi hetta er galdandi.
Síðani ófrðurin tók seg upp millum Ísrael og Gaza tann 10. mai, hava sambært The Guardian 230 latið lív á palistinskari síðu meðan 12 fólk hava latið lív í stríðnum í Ísrael.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald