Seks mánaðir eru farnir síðani 45 ára gamli Charlie Rowley og daman vórðu eitraði við russiska nervaeitrinum Novichok. Daman doyði stutt eftir at tey vórðu eitraði.
Tey bæði vóru eitraði av tí Novichok, sum varð nýtt í morðroyndini á Sergej Skripal í enska býnum Salisbury tann 4. mars. Charlie fann fløskuna við eitrinum í eini ruskspann, og gav damuni fløskuna, tí at hann helt tað verða luktilsi. Daman sproytaði innihaldi á húðina, meðan Carlie fekk eitt sindur av tí á seg. Daman doyði, meðan Charlie var á sjúkrahúsi í ein mánað.
Av tí at Charlie Rowley er ein av nøkrum heilt fáum, sum hevur yvirliva at verða eitraður av Novichok, vita læknarnir ikki hvørjar fylgjurnar verða. Seinastu seks mánaðirnar hevur Charlie havt hjartasteðg, heilasjúkuna meningitis og sjálvmorðstankar, skrivar TV2. Hansara eygu og gongulag hava eisini tikið skaða.
Stórabretland ákærur Russlandi fyri at standa aftanfyri álopið á Sergej Skripal, sum var fyrrverandi russiskur njósnari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald