Innanlands

Varðin vann sakarmálið móti Taks

Eystari landsrættur staðfesti dómin hjá Føroya rætti í morgun

2018-08-23 09:19 Author image
Oda Strøm
placeholder

Eystari landsrættur hevur viðgjørt sakarmálið millum Taks og tey 11 fólkini, sum eiga partafelagið Varðan í Gøtu, og úrskurðurin hjá Eystara landsrætti staðfesti dómin hjá Føroya rætti, og harvið vann Varðin sakarmálið. Tað sigur Kringvarpið.

Taks góðtók ikki avgerðina hjá Føroya rætti í málinum um skattaviðurskiftini hjá teimum 11 eigarunum og skeyt tí avgerðina hjá Føroya rætti inn fyri landsrættin.

Føroya rættur avgjørdi í oktober í fjør, at partaeigararnir í Varðanum sleppa undan at rinda skatt av teimum fyrstu 887 milliónum krónunum, um fyritøkan verður seld. 

Sambært kapitalvinningsskattalógini er skatturin annars 35 prosent, og tí er tað nú staðfest, at eigararnir í Varðanum sleppa undan at rinda 310 milliónir krónur í skatti, um teir velja at selja.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder