Innanlands

Vart tú ikki á fótum: Hetta hendi í tinginum í nátt

Rigmor Dam tók ábyrgdina, men yvirlivdi misálitisváttanina

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, um hálvgun trý tíðina í nátt (Mynd: Sverri Egholm)

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, um hálvgun trý tíðina í nátt (Mynd: Sverri Egholm)

2018-12-20 06:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tey allarflestu mundu vera farin til songar, tá avgerðin fall í løgtinginum. Rigmor Dam heldur fram sum landsstýriskvinna í mentamálum.

Avgerðin fall klokkan 03:11. 15 vóru fyri, 15 ímóti og tríggjar blankar atkvøður.

Men lat okkum byrja við byrjanini. Um 18:45 tíðina, meðan triðja viðgerð av fíggjarlógini er í gongd, leggja teir fýra formenninir í andstøðuflokkunum misálit fram. Teir siga seg ikki hava álit á, at pengarnir, sum verða játtaðir, fara til endamálið, so leingi sum einki landsstýrisfólk hevur ábyrgd av byggingini.

Orðaskiftið byrjaði klokkan 23

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Av tí, at misálitisuppskotið varð lagt fram eftir, at viðgerðin av fíggjarlógini var farin í gongd, skuldi fíggjarlógin avgreiðast fyrst. Tí var tað ikki fyrr enn klokkan 23, at løgtingið fór í holt við at viðgera uppskotið um misálit.

Tað var ikki gravgangur eftir at taka orðið. Framsøgufólkini tóku orðið fyrst, og bara eini fimm til seks fólk vóru á røðaralistanum í senn. Men talið helt sær á teimum fimm til seks, tí tað legðist afturat so hvørt.

Rigmor Dam tekur fulla ábyrgd, men leggur ikki frá sær

[object Object]Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum (Mynd: Sverri Egholm)

Um tvey tíðina bað landsstýriskvinnan sjálv um orðið. At hon tók orðið í hesum málinum kundi bent á, at hon fór at leggja frá sær. Men tað gjørdi hon ikki. Hinvegin greiddi hon frá, at hon tók fulla ábyrgd av Glasi, og hevði einki ímóti at ein kanning fór at vera gjørd. Men hon legði ikki frá sær.

Løgmaður tók orðið eftir hetta. Hann vardi landsstýriskvinnuna, og segði at hon ikki kundi vitað um hesa meirnýtsluna. Hann mælti eisini til, at ein kanning um leiklutin hjá landsstýriskvinnuni skuldi gerast.

Løgtingsformaðurin var ivasamur

[object Object]Páll á Reynatúgvu, tingformaður (Mynd: Sverri Egholm)

Seinasti røðarin í kvøld var sjálvur løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu. Tað er rættiliga sjálvdan, at tingformaðurin tekur orðið í málum, og tí hevur tað eina ávísa tyngd.

Hann helt tað ikki vera nakað at ivast í, at tað landsstýriskvinnan í mentamálum, sum hevur ábyrgd av støðuni sum er íkomin. Hann segði seg vera keddan um at ikki fyrr enn í dag - tveir mánaðir eftir at trupulleikin bleiv almennur - tók landsstýriskvinnan ábyrgd av støðuni.

[object Object]Løgmaður og løgtingsformaðurin (Mynd: Sverri Egholm)

- Tað hevur kostað eitt trýst, og kostað samgonguni stórar trupulleikar, segði Páll á Reynatúgvu.

Røðan hjá løgtingsformanninum kundi bent á, at hann ætlaði at atkvøða fyri misálitisuppskotinum. Men tað hendi ikki. Tingformaðurin greiddi atkvøðu, og atkvøddi ímóti uppskotinum. Altso, hann hevur álit á landsstýriskvinnuni.

Atkvøðugreiðslan

[object Object]Tríggjar blankar atkvøður vóru til uppskotið (Mynd: Sverri Egholm)

Misálitisuppskotið fall við 15 fyri, 15 ímóti og trimum blankum atkvøðum. Skal eitt misálitisuppskot verða samtykt, skulu minst 17 taka undir við tí.

Kristin Michelsen, Sonja Jógvansdóttir og Magni Laksáfoss atkvøddu blankt í málinum.

Kanning av landsstýriskvinnuni setast í verk

[object Object]Aksel V. Johannesen, løgmaður (Mynd: Sverri Egholm)

Bæði í røðuni, sum løgmaður hevði í tingsalinum, og eisini í samrøðu aftaná, segði hann, at ein kanning skuldi gerast um leiklutin hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, í málinum.

Aksel V. Johannesen segði, at hann fór at tosa við landsstýrismálanevndina um at taka málið upp. Gera tey ikki tað, fer hann at heita á onkran um at gera eina kanning í hesum málinum, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, eftir atkvøðugreiðsluna.

Harmast um at tinglimir í Javnaðarflokkinum atkvøða blankt

[object Object]Kristin Michelsen atkvøddi blankt (Mynd: Sverri Egholm)

Tað kom ikki væl við hjá løgmanni, at javnaðartinglimurin Kristin Michelsen, atkvøddi blankt í málinum.

- Tað hóvaði mær ikki væl, men eg fari ikki at gera nakrar viðmerkingar til tað, segði løgmaður eftir atkvøðugreiðsluna.

Hetta kundi bent á, at tað ikki er fult álit millum fólk í Javnaðarflokkinum á løgmanni og landsstýriskvinnuni, men tað hevði løgmaður heldur onga viðmerking til.

Til hús tá klokkan nærkaðist fimm - Hoyvíkssáttmálin skuldi sigast upp áðrenn

[object Object]"Gleðilig jól" klokkan hálvgun fimm (Mynd: Tingvarpið)

Eftir at uppskotið um misálitið á Rigmor Dam var avgreitt klokkan 03:11, fór løgtingið í gongd við aðru viðgerð av uppskotinum um at siga Hoyvíkssáttmálan úr gildi. Av tí tað er eitt uppskot til samtyktar, so var hetta seinasta og triðja viðgerð.

Málið varð samtykt við stórum meiriluta, og klokkan hálvgun fimm sungu tey tingfólk og tey landsstýrisfólk, sum vóru eftir, “Gleðilig jól”, og fóru til hús.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder