Ein frágreiðing, sum myndugleikar í Pennsylvania løgdu fram fyrr í vikuni, vísti á, at ígjøgnum fleiri áratíggju eru meir enn 1000 børn kynsliga misnýtt av 300 ymiskum katólskum prestum í statinum Pennsylvania í USA.
Í skrivi í gjár fordømdi Vatikanið gerðirnar hjá katólsku prestunum og føldi "skomm og sorg".
Í skrivinum sigur talsmaðurin fyri Vatikanið, Greg Burke, at offrini skulu vita, "at pávin er á teirra síðu".
Frágreiðingin um misnýtsluna, sum varð almannakunngjørd hósdagin, staðfestir, at 301 prestar hava framt kynslig brotsverk móti børnum í statinum Pennsylvania seinastu 70 árini.
Talsmaðurin fyri Vatikanið sigur í skrivinum, at katólska kirkjan má "læra av fortíðini" og lovar samstundis, at Vatikanið fer at revsa teir prestar, sum misnýttu børn, og eisini teir kirkjuligu persónarnar, ið lótu standa til - og tað kemur allarhelst væl við, tí tað verða neyvan nógv revsimál, ið koma burturúr frágreiðingini, tí flestu málini eru fyrnað.
Frágreiðingin vísir á, at høgtstandandi limir í katólsku kirkjuni, bæði í Pennsylvania og Vatikaninum, royndu at myrkaleggja kynsligu brotsverkini. Misnýtslan gekk fyri seg í seks ymiskum bispadømum, sum tæna meir enn helvtina av teimum 3,2 mió. katolikkunum í statinum, skrivar The Washington Post.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald