Ítróttur

Vatnavegurin stongdur leygardagin

Føroya Vakrasta Hálvmaraton verður runnið

2018-08-31 13:14 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í sambandi við hálvmarathon renningina úr Gásadali til Sandavágs í morgin, leygardagin 1. september, verður Vatnavegurin stongdur í tíðarskeiðnum klokkan 11.30 - 13.00 frá rundkoyringini við FK í Miðvági til omankoyringina á flogvøllinum. Gásadalstunnilin er somuleiðis stongdur millum klokkan 09.50 og 11.30, meðan fólk renna og ganga ígjøgnum tunnilin.

Hesum boðar Landsverk frá á heimasíðu síni.

Tað er ítróttarfelagið Frælsi, ið skipar fyri hesum tiltaki saman við Fólkaheilsuráðnum og kommununum í Vágum.

Sí annars kort við rutuni ísv. hálv marathon í Vágum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder