Innanlands

Vatnið í Kaldbak reint aftur

Íbúgvar í Kaldbak noyðast ikki longur at kóka drekkivatnið, skrivar Tórshavnar kommuna

2018-09-21 11:46 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár boðaði Tórshavnar kommuna frá, at tvær E. coli bakteriur vórðu staðfestar í drekkivatninum í Kaldbak, og tí mælti kommunan til, at íbúgvar í Kaldbak kókaðu vatnið, áðrenn drukkið varð.

Í dag kom úrslitið av nýggjastu vatnkanningini, sum staðfesti, at vatnið er reint aftur. Sostatt er ikki longur neyðugt at kóka vatnið, skrivar kommunan á heimsíðu sína.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder