Løggildingin er veitt til vatnverkið í Villingadali, ið veitir vatn til áleið 9500 fólk.
Hetta er triðja vatnverkið hjá Tórshavnar kommunu, sum nú hevur løggilding. Hini bæði eru vatnverkið á Velbastað og vatnverkið í Kaldbak, sum eru løggildað.
Hetta inniber, at mannagongdir viðvíkjandi framleiðsluhátti, útbreiðslu og arbeiðshátti eru góðkendar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Í hesum sambandi er ein góðskuhandbók fyri vantnverkið og vatnveitingarskipanina gjørd. Endamálið við handbókini er at tryggja vatnveitingina og at tryggja eina góða drekkivatnsgóðsku. Í handbókini er lýsing av vatnverkinum og vatnleiðingini. Somuleiðis er skráseting, vatnsýnistøkur, innaneftirlit v.m. skjalfest. Góðskuhandbókin er gjørd í samstarvi millum starvsfólk á Teknisku deild og Byggi- og umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald