Uttanlands

Veðurlagsráðstevna í Pólandi liðug: Semja er funnin

196 lond luttóku á COP24 veðurlagsráðstevnuni hjá ST

Michal Kurtyka, samráðingarleiðari, á tíðindafundi (Mynd: EPA)

Michal Kurtyka, samráðingarleiðari, á tíðindafundi (Mynd: EPA)

2018-12-16 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir tvær vikur í pólska býnum Katowice eydnaðist tað teimum útvið 200 luttakandi londunum at fáa eina semju á ST-veðurlagsráðstevnuni COP24.

"Hetta er nakað, allur heimurin hevur bíðað eftir," sigur pólski samráðingarleiðarin á veðurlagsráðstevnuni, Michael Kurtyka, sambært DR.

Endamálið var at  fáa eina semju um reglurnar, sum skulu tryggja, at lyftini í Parísavtaluni frá 2015 kunnu verða sett í verk.

Parísavtalan bindir m.a. limalondini til at avmarka hækkingina í hitanum til undir 2 stig, og at arbeiða fyri at avmarka hana til 1,5 stig í ár 2100.

Tó hevur tað verið trupult at fáa semju millum øll 196 limalondini á COP24-ráðstevnuni. Tað hevur m.a. verið trupult at semjast um, hvar og hvussu CO2-útlátið kann minkast, og hvussu minkingin skal gerast.

"Vit hava arbeitt við hesum í trý ár. Tá vit noyðast at taka hædd fyri sjónarmiðinum hjá næstan 200 luttakarum, er tað ikki lætt at finna eina semju. Undir hesum umstøðum var hvørt eitt framstig eitt framúr avrik, og tað eri eg sera takksamur fyri. Vit kunnu vera errin av okkum sjálvum," segði Michael Kurtyka.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder