Innanlands

Vel dagsins leikara á Sona

Framyvir verður gjørligt at velja dagsins leikara á appini, tá A-landsliðið hjá kvinnum og monnum leika sínar heimadystir

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2018-09-04 07:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vilt tú geva einum landsliðsleikara eitt herðaklapp fyri sítt avrik? Tað kanst tú framyvir geva á appini Sona, har nýtt samstarv millum FSF og Føroya Tele fer av bakkastokki.

FSF og Føroya Tele fara undir nýtt samstarv á appini Sona, sum er vørumerki hjá Føroya Tele.

Framyvir verður gjørligt at velja dagsins leikara á appini, tá A-landsliðið hjá kvinnum og monnum leika sínar heimadystir á Tórsvølli.

Tiltakið “Vel dagsins leikara” byrjar týsdagin 4. september, tá kvinnurnar leika móti Týsklandi, og heldur fram, tá menninir spæla móti Malta, Aserbadjan og Kosovo ávikavist 7. september, 11. oktober og 14. oktober.

Dagsins leikari fær handað vinning frá Føroya Tele, meðan øll, ið atkvøða, eru við í lutakasti um góðar vinningar frá FSF.

Sona er ein app í menning og hevur til endamáls at lætta um gerandisdagin hjá øllum føroyingum. Tað gongur við rúkandi ferð, og higartil hava yvir 11.000 føroyingar tikið appina niður á snildfonina.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder