Síðst í januar mánaði gjørdi Spyr.fo kanning fyri Portalin, og úrslitið av tí kanningini hevur í stóran mun longu verði kunngjørt. Kanningin vísti eitt nú, at Fólkaflokkurin hevði verði størsti flokkur, um val var tá.
Les eisini: Fólkaflokkurin staðfestir sína støðu sum nógv størsti flokkur
Men nýggj greining av tølunum vísir, at heilsuverkið og ali- og fiskivinnan eru tey evnini, sum veljarar í flestu flokkum hava mest áhuga í.
Fyri fólkafloks-, sambands-, javnaðar-, tjóðveldis- og miðflokkaveljarar er "Skjót og góð heilsuviðgerð" ímillum tey trý málini, sum hava mest at siga. "Umsiting av ali- og fiskivinnu" er ímillum tey trý evnini, sum hava mest at siga fyri fólkafloks-, sambands-, sjálvsstýris-, tjóðveldis- og framsóknaveljarar.
Kristindómurin nógv at siga fyri veljaran
Eitt annað, sum greining av úrslitinum vísir er, at veljarar hjá fýra flokkum seta tað, at "Varðveita Føroyar sum kristið land", høgt. Talan er um veljarar hjá øllum andstøðuflokkunum. Fyri bæði sjálvstýris- og miðflokkaveljarar er hettar málið hægsta raðfestingin, meðan talan er um triðju raðfesting fyri fólkafloks- og sambandsveljarar.
Yvirhøvur leggja nógvir av andstøðuveljarunum dent á tey somu málini. Sambands- og fólkafloksveljarar raðfesta tey somu málini, nevniliga "Umsiting av fiski- og alivinnu", "At varðveita Føroyar sum kristið land" og "Skjót og góð heilsuviðgerð", sum tey trý týdningarmestu á næsta vali.
Les eisini: Tey flestu vilja sleppa at velja av nýggjum
500 fólk vórðu spurd í kanningini, sum fór fram fríggjadagin 25. januar. Tað er framvegis eitt stórt tal av veljarum, 12,7 prosent, sum enn ikki hava tikið støðu fyri hvar krossurin skal setast.
Fyrivarni skal takast fyri eini óvissu í kanningini, sum liggur millum 0,87 og 4,34 prosentstig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald