Í dag er fyrsti skúladagur eftir summarfrítíðina, og fyri fleiri av børnunum er hetta teirra fyrsta skúladagur í fyrsta flokki.
Ráðið Fyri Ferðslutrygd mælir í hesum sambandi til, at foreldrini hjálpa børnunum at verða trygg í ferðsluni. RFF skrivar, at tey eru umleið 650 børn, sum hava sín fyrsta skúladag í dag, og at mong av hesum á fyrsta sinni skulu finna sær veg millum heim og skúla.
Børnini eru lítil á vøkstri og kunnu tí vera trupul at síggja millum bilarnar. Tey skulu samstundis til at venja seg við at ferðast einsamøll í ferðsluni.
Tí mælir RFF til, at foreldur venja skúlaleiðina saman við nýggju skúlabørnunum.
Onnur góð ráð til venjing í ferðsluni við barninum eru at fáa á heimasíðuni hjá RFF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald