Innanlands

Verkætlanir fingið 400 tús. kr. í stuðli til umhvørvisverndartiltøk

Millum tey, ið hava fingið stuðul eru Tjóðsavnið og Havstovan, Fróðskaparsetrið, og Fuglafrøðifelagið

2019-07-26 21:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, hevur tikið avgerð um at veita  stuðul av játtanini til umhvørvisverndartiltøk.

Játtanin í ár er 400 tús. kr.

Verkætlanirnar, ið hava fingið tilsøgn um stuðul, eru hesar:

Tjóðsavnið og Havstovan fáa 300 tús. kr til fuglateljingar í Ramsar-oyggjum o.a.

Fróðskaparsetrið fær 50 tús. kr. til verkætlan um “Tillagingarætlanir til veðurlagsbroytingar”. Endamálið við verkætlanini er er at savna kvalitativt data um hvussu føroyskar kommunur fyrireika seg til veðurlagsbroytingar og, í samstarvi við kommunufyrisitingar, menna tilfar, amboð og førleikar at gera tillagingarætlanir á altjóða støði til føroysk viðurskifti.

Ringrás fær 15 tús. kr. til stuttfilm um strandarudding.

Cowi/Umhvørvisstovan fáa 15 tús. kr. til royndarverkætlan at kortleggja náttúru við dronu.

Fuglafrøðifelagið fær 10 tús. kr. til luttøku á norðurlendskum Birdlife fundi.

FNU fær 10 tús. kr. í stuðli til  umhvørvisverkætlanir og samstørv.

- Heilsu- og innlendismálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder