Innanlands

Verkfallsrætturin skal ikki rørast

Fakfelagssamstarvið hava latið yvirlýsing um samstarvsrættin

2018-09-10 13:06 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fakfelagssamstarvið hevur latið yvirlýsing um verkfalsrættin hjá fakfeløgunum í samband við tað, sum varð sagt í ólavsøkurøðuni hjá løgmanni.

Í viðmerkingunum til ólavsøkurøðu løgmans, verður boðað frá, at samgongan umhugsar at skerja verkfallsrættin hjá fakfeløgunum. 

Fakfelagssamstarvið, tvs. Akademikarafelagið, Felagið Føroyskir, Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Starvsmannafelagið, samtyktu á fundi í síðstu viku, at koma við hesi yvirlýsing um verkfallsrættin:

- Rætturin at samráðast frítt, og rætturin at fara í verkfall eru vunnin gjøgnum hart stríð og drúgvar samráðingar. Fakfeløgini í fakfelagssamstarvinum, kunnu tí á ongan hátt góðtaka nakra roynd at skerja hesi rættindi við lóg.

Fakfelgassamsatrivð skrivar, at tað at ein sitandi løgmaður boðar frá, at samgongan arbeiðir við at avtaka fakfelagsarbeiðið við lóg, er undir alt lágmark. Ein tílík skerjing hevði effektivt beint fyri fría samráðingarrættindum, og tí verður einhvør roynd at leggja eitt tílíkt uppskot fram, mett sum brot á verandi avtalur, og fær hetta tí avleiðingar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder