Mentan

"Vi elsker 90erne" til Føroya

Assu var klassi, Mark No Limits fylti hallirnar kring landið, breyð frá Frants smakkaði best kl. 04 um morgunin, og tú kundi keypa leysar sigarettir. Nú verður farið aftur í 90ini

2019-08-22 17:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tú spákar oman móti býnum. Tað er 12 septembur 1990 og klokkan er 20.16. Brádliga brestur býurin í galróp. Tú gerst kløkkur, og brestir tiggigumbløruna, sum hongur úr munninum. "Hvat var hatta"?

Jú hatta var løtan, tá ein bóltur var stungin millum tveir verjuleikarar í reyðum búna, og ein ungur sandavágsmaður pressar seg ígjøgnum, og knallar Føroyar á fótbóltsheimskortið. Hetta var í 1990. Saman við manninum við topphúgvuni og øðrum amatørum bastu teir heimstjørnunum á heimavøllinum í Landskrona.  

Vit elska 90ini. Vit fara at seta okkum í eina tíðarmaskinu, og trýsta spitaran í botn mótvegis 1990unum. 

Hetta var áratíggju sum bjóðaði okkum tónleik, mat, ítrott og móta, sum vit enn minnast aftur á við gleði og eitt sindur av undran. Buffalo skógvar vóru feitir, Torkil Nielsen var ein tjóðarhetja, Heðin Arge Jensen og Ginna Midjord vóru røddirnar í lurtunum, Jóhan í Kollafirði helt tað ikki var so galið í Kollafirði, Assu var klassi, Mark No Limits fylti hallirnar kring landið, breyð frá Frants smakkaði best kl. 04 um morgunin, og tú kundi keypa leysar sigarettir. 

Lívið varð litríkt og kitsj. 

Set tí X í álmanakkan tann 12. oktober, tí tá fara vit aftur á ferð í 1990ini.

Stóra danska tiltakið “Vi elsker 90erne” kemur til Føroya. Hetta er eitt konsept sum turnerar ríkið runt, og hevur higartil havt 10 garvillar festivalar í Danmark og Svøríki við meira enn 100.000 vitjandi hvørt ár. Og nú koma tey til Føroya. Tað verður uttan iva størsta 90ara tiltakið nakrantíð á Føroyalandi - so stórt at sjálvt Páll Arge eigur at nikka játtandi. 

Høllin í Hoyvík verður karmur um hetta risa tiltak. Tað verður tónleikur, matur, undirhald, vinir, móti og alt sum hoyrdi 90unum til. Streetfood frá kl 17 og konsertir allan dagin og náttina.  

Ein heilur dagur og ein heil nátt halga tí feitasta við 1990unum.

"Vit elska 90ini" tann 12. oktober í Hoyvíkshøllini. Konseptið "Vi elsker 90erne" er sera vælumtókt í Danmark, við meira enn 100.000 vitjandi árliga.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder