Uttanlands

Víðagitin gullmyntur seldur fyri methøga upphædd á uppboðssølu

Einasti myntur av hesum slag, sum er lógligur at eiga, varð seldur fyri 115 milliónir krónur

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-06-09 07:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein sjáldsamur amerikanskur gullmyntur, kendur sum "1933 Double Eagle", varð í gjár seldur fyri knappar 18,9 milliónir dollarar á eini uppboðssølu í New York.

Upphæddin svarar til umleið 115 milliónir krónur, og tað ger myntin til tann dýrasta, ið nakrantíð er seldur á uppboðssølu, skrivar AFP tíðindastovan.

Góður prísur, tá hugsað verður um, at mynturin, tá hann varð sligin í 1933, bert hevði eitt virði á 20 dollarar.

Mynturin er serligur, tí hann er millum seinastu gullmyntirnar, sum United States Mint framleiddi, og eftir ætlan skuldi fara í umferð.

“1933 Double Eagle”-myntirnir vórðu tó ongantíð settir í umferð, tí táverandi forsetin, Franklin D. Roosevelt, sama á gjørdi av at sleppa gulli sum gjaldoyra í eini roynd at sleppa burtur úr ógvusligu fíggjarkreppuni, ið var galdandi tá, “The Great Depression”.

[object Object]

Boð vórðu givin um at oyðileggja allar myntirnar við undantaki av tveimum, sum amerikanska tjóðsavnið skuldi fáa í varðveitslu.

Árini eftir dagaðu fleiri av hesum myntunum kortini fram á marknaðinum. Tað fekk í 1944 Secret Service til at koma við niðurstøðuni, at fleiri at myntunum vórðu stolnir, og at tað tí var ólógligt at eiga slíkar.

Sama ár var ein av stolnu myntunum keyptur, og av einum mistaki var útflutningsloyvi givið, og harvið endaði ein myntur í myntsavninum hjá Farouk kongi í Etyptalandi. Men mynturin hvarv í sambandi við eitt statskvett í 1952.

Í 1996 varð mynturin funnin aftur. Hetta hendi í sambandi við eina húsarannsókn, sum Secret Service framdi á fína hotellinum Waldorf Astoria í New York.

[object Object]

Eitt sakarmál spurdist burturúr, sum endaði við, at hesin stolni mynturin kundi vera ogn hjá privatpersóni.

Gjøgnum árini hava fleiri "1933 Double Eagle"-myntir sæð dagsins ljós, men teir eru allir skýrdir at vera ogn hjá amerikanska statinum.

Tó ikki mynturin, sum í gjár skifti eigara á Southeby’s uppboðssøluni í New York. Tað er einasti "1933 Double Eagle" í heiminum, sum er lógligur at eiga.

Í dag eru bert 14 kend eintøk av myntinum – harav 13 teirra eru ogn hjá amerikanska statinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder