2018-08-06 06:40
Hóskvøldið spælir heimskendi hittbólkurin Aqua fyri fyrstu ferð í Føroyum. Framførslan verður á Summar Festivalinum, sum verður komandi vikuskiftið.
Aqua fekk rungandi gjøgnumbrot við risahittinum »Barbie Girl« í 1996, og eftir tað komu hittlistasangir sum »Doctor Jones«, »Cartoon Heroes«, »Around The World«, »My Oh My« og aðrir.
– Vit gleða okkum at koma til Føroya at spæla, sigur Aqua í einari heilsan.
Aqua kemur við vælmannaðum bólki til Føroya, og tey lova eina rimmar framførslu á Vágsbø hóskvøldið.
Les eisini: Lene Nystrøm úr Aqua í rullistóli eftir óhapp
Trýst á myndina fyri at síggja hana størri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald