2021-04-13 20:20
Tað heldur fram at goysa á Reykjanesi við Fagradalsfjall. Í morgun komu fleiri sprungur.
Tær eru á linju við gosopini sum vóru frammanundan í Geldingadali og á hálsinum norðanfyri dalin.
Nýggju opini eru minst trý í tali. Á íslendska universitetinum siga tey, at eingin sjónlig broyting er farin fram við hini opini, og tí leggjast hesi afturat.
Síggj dronuvideo frá Íslendska ríkisútvarpinum omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald