Flóðaldan, sum rakti Indonesia í nátt, hevur higartil kravt 222 mannalív, sambært TV2.
Á sosialu miðlunum síggjast fleiri sjónbond av flóðalduni, tá hon rakti Indonesisku oyggjarnar.
Á hotellinum Tanjung Lesung varð ein konsert hjá bólkinum Seventeen avbrotin, tá flóðaldan skolaði inn yvir áskoðararnar.
Enn er ógreitt, hvussu nógv fólk lótu lív í hendingini.
Forsangarin í bólkinum, Riefian Fajarsyah, skrivaði í dagføring á Instagram:
"Vatnið skolaði pallin, sum var rættiliga nær vatninum, burtur. Vatnið tók øll við sær. Vit hava mist okkara kæru, íroknað bassistin hjá okkum, okkara managera og nógv onnur. Eg biði til, at kona mín verður funnin."
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald