Í nátt vórðu ársins Emmy-virðislønir handaðar í Los Angeles í USA.
Millum tær mongu virðislønirnar, ið vórðu handaðar, var virðislønin fyri besta leikstjóra fyri skemti- ella undirhaldssending, og vinnarin gjørdist Glenn Weiss, ið millum annað hevur leikstjórnað Tony Awards og American Music Awards.
Leikstjórin byrjaði sína røðu við at takka fyri virðislønina, og so byrjaði hann at tosa um mammu sína.
"Tann persónurin, sum hevði verið mest errin av mær er mamma mín, og hon fór tíverri frá okkum fyri bert tveimum vikum síðani," segði Glenn Weiss.
Men so hendi nakað, ið tey flestu ikki høvdu roknað við.
"Mamma mín ynskti altíð at síggja tað ljósa framum tað myrka, og hon var sera góð við unnustu mína, Jan. Og Jan, tú ert tað ljósa í mínum lívi. Og um tú undrast á, hví eg ikki altíð tími at siga, at tú ert dama mín?"
Tá var púra friðarligt í salinum.
"So kann eg fortelja tær, at grundin er, at eg fegin vil sleppa at siga, at tú ert kona mín!"
So hoyrdist fagnaðarróp allastaðni í salinum, og Jan sat púra málleys og hugdi upp á pallin. Síðani reisti hon seg upp og nikkaði, og Glenn Weiss segði smílandi, meðan hon rann glað upp á pallin til hann: "Eg havi ikki spurt teg enn, eg havi ikki spurt teg enn".
Størsta virðislønin hetta kvøldið, virðislønin fyri bestu dramarøð, vann "Game of Thrones", ið var tilnevnd tilsamans 22 ferðir í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald